Ríkisrættarliga støðan
Danska stjórnin fer at stuðla føroyingum so langt tað ber til í royndunum at lata okkum fáa størri ábyrgd av, og størri ávirkan á okkara egnu uttanríkisviðurskifti.
Tað váttaði danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, fyri Jóannesi Eidesgaard, Løgmanni, á óformligum fundi teirra millum mikumorgunin.
Fyrsta uttanlandsferðin hjá Jóannesi Eidesgaard, eftir at hann varð valdur til Løgmann, gekk til Keypmannahavnar at hitta danska forsætisráðharran.
Og nú Løgmaður kortini var í Danmark, nýttti danski uttanríkisráðharrin høvið til at bjóða honum inn á gólvið.
Teir báðir kennast væl, frá tíðini, Jóannes Eidesgaard varð fólkatingsmaður. Tá høvdu hann og Per Stig Møller skrivstovu at kalla hurð um hurð á Kristiansborg og har hittust teir ofta og komu at kennast rættiliga væl.
? Talan var ikki um ein formligan fund við Per Stig Møller. Talan var um eina kurteisisvitjan, sum tað eitur á nýføroyskum politiskum máli og talan var sostatt heldur ikki um nakra fasta dagsskrá, sigur Løgmaður, nú hann er afturkomin.
Hann sigur, at sostatt nýtti hann høvi til at práta við uttanríkisráðharran um leyst og fast tann tíman, hann var inni hjá ráðharranum.
? Eg greiddi honum fyrst frá fundinum við Anders Fogh Rasmussen. Serliga greiddi eg honum fær tí, vit høvdu tosað um at lata Føroyum og Grønlandi størri ávirkan á tey uttanríkisligu viðurskiftini, sum viðvíkja hesum báðum pørtunum í ríkinum.
Løgmaður sigur, at hann fekk tilsøgn frá Per Stig Møller um, at so langt sum tað yvirhøvur ber til, fer danska stjórnin at stuðla føroyska ynskinum um størri ávirkan á egin uttanríkisviðurskifti.
Men markið liggur við donsku grundlógina, tí hana vilja danir ikki koma í stríð. Men í øllum málum var hann sinnaður til at gera sítt til, at finna skilagóðar loysnir.
Eitt nú merkir tað, at vit kunnu ikki fáa heimild til at gera sáttmálar við onnur lond, tí har skal tað vera ríkið, sum ger slíkar sáttmálar. Eitt dømi um tað er, tá ið sáttmálin varð gjørdur við bretar um markið ímillum bæði londini.
?Hóast tað vóru føroyingar, sum gjørdu alt tað fyrireikandi arbeiði og samráddust, var tað kortini ríkið, sum ábyrgdaðist.
Jóannes Eidesgaard sigur, at í uttanríkispolitikki gongur rákið tann vegin, at heimildirnar verða fluttar frá teimum ymsu stjórnunum og lagdar yvir í altjóða felagsskapir av ymsum slagi.
? Tí er tað avgjørt neyðugt, at vit føroyingar fáa beinleiðis høvi til at ávirka tær uttanríkispolitisku avgerðir, sum verða tiknar og sum hava týdning fyri Føroyar.
Løgmaður vísir eisini á, at í ymsum altjóða fiskivinnufelagskapum, sum vit eru í, eru vit umboðaðir saman við grønlendingum.
?Tað er ikki serliga heppið, tí tað er ikki altíð, at føroyingar og grønlendingar hava samanfellandi sjónarmið um ymisk mál. Í hesum sambandi kundu føroyingar avgjørt hugsa sær at fingið eina meiri óhefta umboðan.