Strikaður lætti hjá CHE orsøk til hægri inntøkur hjá ABC

Sosialurin skrivar í kvøld, at skattainntøkur landskassan fyri januar í ár eru eitt vet hægri, enn fyri januar í fjør, meðan inntøkan í november og desember var munandi verri. ? Orsøkin er, at CHE samgongan strikaði skattalættan hjá ABC samgonguni, sigur Høgni Hoydal Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri sigur við Sosialin, at seinastu mánaðirnar í fjør minkaði skattainntøkan munandi í mun somu mánaðir árið fyri. Í november minkaði skattainntøkan 8% og í desember heili 22% í mun til árið fyri.

Men orsøkin er ? sambært Høgna Hoydal ? als ikki tann, at kreppan er um at hæsa av.

- CHE-samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin samtykti at taka burtur tann samtykta skattalættan hjá ABC-samgonguni fyri 2008. Av tekniskum orsøkum kundi hetta ikki fáa gildi fyrr enn frá 1. januar 2009, sigur Høgni Hoydal.

Hann sigur eisini, at hetta skapti stóra øsing hjá Sambands- og Fólkaflokkinum, sum løgdu uppskot fram um at halda fast við samtykta skattalættan fyri 2008.

- Men tá teir komu í samgongu, tordu teir ikki at standa við hetta og samtyktin hjá CHE-samgonguni varð standandi, sigur Høgni Hoydal, sum sigur hetta vera orsøkina til, at skattainntøkurnar hækka í januar 2009 í mun til støðugt lækkandi inntøkurnar á landsskattinum.