Fleiri tíggjutúsundtals finnar hava skrivað undir, at teir fegnir vilja hava undirvísing í svenskum strikaða av tímatalvuni í finskum skúlum.
Mentanarnevndin í finska ríkisdegnum hevur fingið handaðar yvir 60.000 undirskriftir frá borgarum, ið halda tíðina vera komna at broyta málsligu undirvísingina avgerandi.
Finska tíðindastovan FNB skrivar, at ikki fyrr enn mentanarnevndin hevur viðgjørt undirskriftirnar, verður støða tikin til, hvat víðari hendir í málinum.
Men greitt er tó, at týsdagin 11. november verður almenn hoyring í málinum. Hinvegin er ikki greitt, um málið eisini verður viðgjørt í sjálvum ríkisdegnum ella ikki.