- Tað fyrsta, sum nýggja Løgtingið noyðist at taka støðu til eftir løgtingsvalið 19. januar, er, um vit ikki skulu sleppa ætlanunum um at gera undirsjóvartunnil í Sandoy og at longja flogvøllin í Vágum.
Hesi bumbuni sleppur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, nú valstríðið upp undir Løgtingsvalið er við at verða skotið ígongd av álvara.
Hann sigur, at tað er alneyðugt, at spurningarnir um at gera undirsjóvartunnil í Sandoy og um at longja flogvøllin í Vágum, verða tiknir upp til politiska viðgerð av nýggjum.
- Veruleikin er, at flogvøllurin er ein fløskuhálsur ímillum Føroyar og restina av heiminum og ein tann størsti spurningurin, okkara ættarlið hevur at taka støðu til yvirhøvur, er, um vit í framtíðini skulu liva í einum tilafturskomnum oyggjalandi ella í einum framkomnum samfelagið, mitt í altjóða meldrinum.
- Vit eiga at seta okkum nógv hægri mál enn at longja vøllin í Vágum upp í 1600 metrar. Tí eiga vit beinanvegin at taka avgerð um, at vit skulu hava ein altjóða flogvøll í Føroyum, sum førir við sær, at tað verður livandi í Føroyum í langa framtíð afturat.
Strika Sandoy og Vágar
Men so reisti Tórbjørn Jacobsen eisini standandi spurningin: Hvar skulu pengarnir koma frá?
Tað hevði hann eisini eitt svar upp á.
Í hesum sambandi vísti hann á, at Løgtingið hevur nýliga samtykt at fara undir tvær stórar íløgur, sum hann helt ikki, at nøkur samfelagsnytta er í.
Onnur íløgan er at longja vøllin í Vágum fyri 400 milliónir.
- Hesum er als ongin framtíð í, tí einasta endamálið er at gera vøllin í Vágum betri hóskandi til flogførini, sum Atlantsflog hevur nú og sum ikki verða gjørd longur.
- Hin íløgan er undirsjóvartunnilin í Sandoy, sum fer at kosta 1,2 milliard, tá ið allur kostnaður er tikin við.
- Samstundis er tað eisini ávíst, at hann klárar bara at forrentar 80 milliónir.
- Tað er ávíst, at hetta er tann íløgan, sum loysir seg allar ringast av øllum fyri samfelagið.
Tórbjørn Jacobsen vísir á, at strika vit hesar báðar íløgurnar, hava longu vit 1,6 milliard til ein altjóða flogvøll í Føroyum.
- Raðfestingarnar í íløgunum eru ikki rættar fyri samfelagið, tá ið tað einasta, vit fáa burturúr, er at pjøssa upp á ein flogvøll í Vágum, sum ongantíð verður brúkiligur, samstundis sum vit fara undir Føroya størstu íløgu nakrantíð, hóast tað kann prógvaast, at tað er samfelagsbúskaparligt vitloysi.
Tí staðfestir hann, at beinanvegin eftir løgtingsvalið má løgtingið og samgongan taka málið upp til nýggja viðgerð og kanna eftir, um vit fáa meiri burturúr at brúka 1,6 milliard til altjóða flogvøll ella um vit fáa meiri burturúr, at brúka tær til undirsjóvartunnil til 1400 sandoyingar og til at leggja 400 metrar afturat vøllinum í Vágum.
Samstundis má tann komandi landsstýrismaðurin í vinnumálum beinanvegin fáa arbeiðið liðugt at finna útav, hvar tað er best at leggja ein altjóða flogvøll.
Kunnu bíða í fimm ár
Men nú verður ført fram, at vit hava ikki stundir at bíða eftir einum altjóða flogvølli, tí at tað tekur fleiri ár og at tað tí er neyðugt at byggja vøllin í Vágum út ímeðan vit bíða eftir einum altjóða vølli?
- Taka vit avgerðin nú um at vit skulu hava ein altjoða vøll, kann hann standa liðugur um eini fimm ár. Nú hava vit klára okkum við vøllin í Vágum so leingi, og vit klára okkum vælsaktans í fimm ár afturat. Spurningurin er um tað er nakað skil í at brúka 400 milliónir til eina í Vágum, sum bara skal vara í nøkur heilt fá ár.
Men tú atkvøddi fyri at longja vøllin í Vágum?
-Tað er rætt, men tað var ein serlig støða. Tað var tí, at einasta loysn, sum samgongan kláraði at finna, var at fáa 400 milliónir úr íleggingargrunninum fyri Føroyar, men treytin var, at peningurin varð brúktur at longja vøllin í Vágum. Í eini heildarmeting av støðuni, metti eg, at vit máttu fáa sum frægast burturúr og tí mæltu vit av øllum illum til at longja vøllin í Vágum 600 metrar. Men tá ið undirtøka heldur ikki var fyri tí, góðtóku vit, at hann bara verður longdur 400 metrar, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann staðfestir, at tá ið eitt komandi Løgting fer at raðfesta íløgurnar av nýggjum, skulu íløgurnar í Sandoyartunnil, í at longja vøllin í Vágum og íløgan í ein altjóða flogvøll, setast upp ímóti hvørjum øðrum, fyri at vita, hvat samfelagið fær mest burturúr.
Leggjast kann afturat, at meiningin hjá Tórbirni Jacobsen kann saktans fáa fáa stóra ávirkan, tí sum støðan er nú, er hann framsøgumaður hjá Tjóðveldinum í vinnumálum