Gongst sum ætlað, verða tað nógv færri føroyingar sum roykja um stutta tíð. Tað eru vónirnar hjá Fólkaheilsuráðnum. Fólkaheilsuráðið hevur lagt stóra orku í at at eggja fólki til at leggja av at roykja. Tað hava tey gjørt tí tey staðfesta, at nettupp royking er meginhóttanin ímóti fólkaheilsuni hjá føroyingum. Men tey halda, at tað hevur eisini havt sína ávirkan, tí gongdin er vend til tað betra, siga tey.
- Tað byrjaði fyri meira enn tíggju árum síðan, har talið á teimum, sum roykja dagliga var næstan 40 prosent av fólkinum. - Í dag kunnu vit so staðfesta, at tey vaksnu, sum siga seg roykja dagliga, liggja nú um 22 prosent av fólkinum. Sostatt er roykingin minkað næstan niður í helvtina av tí, hon var fyri 10 árum síðan. - Gongst sum ætlað, so eru vit komin nógv longur niður innan stutta tíð, sigur Fólkaheilsuráðið.
Ráðið heldur, at verður samanborið við okkara grannalond, eru tað enn ov nógvir føroyingar, sum roykja. Tí fer Fólkaheilsuráðið at halda fram við átøkum fyri at minka um roykingina, bæði hjá vaksnum, og serstakliga hjá temum ungu, sum er ein serligur umráðandi málbólkur sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Í hesum sambandi verður ein stór kanning gjørd í Føroyum aftur í ár. - Síðan 1995 hevur ein kanning verið fjórðahvørt ár, har allir 15 ára gamlir skúlanæmingar í Føroyum hava svarað einum spurnarblaði um royking, rúsdrekka og onnur rúsevni. Hetta er ESPAD kanningin, sum stendur fyri European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs. Í ár er ESPAD-ár, so nú verður aftur farið út á skúlarnar í mars mánaði, har allir 9. floksnæmingar í landinum fara at svara somu spurningum.
- Kanningin hevur verið gjørd í 35 londum í Evropa, og sostatt ber til at samanbera støðuna í teimum ymsu londunum, sigur Fólkaheilsuráðið. Í ár fara tey eisini at bjóða eitt grundskeið í ráðgeving til tey, sum ætla at halda uppat at roykja. Tað er eitt skeið fyri tey, sum arbeiða við ungum. Sum frálíður, er tað tey ungu sum roykja minst, men vit gera nógv við hetta økið, tí at jú fyrr verður farið í gongd, jú lættari er at koma óvananum til lívs, sigur Fólkaheilsuráðið.
|