Striðið um føroysku nýføðingarnar

Tá tað hendan dagin frættist, at vandi er fyri, at føðideildin á Suðuroyar sjúkrahúsi skal steingja, var tað ikki fyrsti leikur í einum heilsutalvi, ið gongur fyri seg fyri tíðina. Stríðið um barnakonurnar og teirra innihald, hevur verið á breddanum í nakrar mánaðir, og leiðslurnar á Suðuroyar sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum skuldu eftir ætlan havt latið landsstýrismanninum í heilsumálum, Kartin Hansen, eina frágreiðing um støðuna tann 11.juli, men tá var hon ikki liðug.

Landsstýrismaðurin hevur biðið leiðslunar báðar lýsa málið um føðideildirnar og millum annað siga sær hvørjir vansar og hvørjir fyrimunir eru við at hava fleiri føðideildir í Føroyum. Ein sonevnd føðiskipanarnevnd hevur eisini verið við í leikinum, og hendan nevnd setti seg í samband við Landslæknan, sum eftir at hava kannað viðurskiftir í okkara grannalondum millum annað kom við teirri niðurstøðu, at tað tryggasta var, at allar stovnsføðingar í Føroyum fóru fram á Landssjúkrahúsinum í Havn.

Leiðslurnar á Suðuroyar sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum væntast at koma við síni frágreiðing til landsstýrismanninum seinni í hesu vikuni.