Streymloysi í vesturbýnum í Havn vardi í ein góðan tíma, sigur SEV.
Tað er ikki heilt greitt, hví streymurin fór. Tað tykist at hava verið ein forbígangandi feilur, sigur streymveitarin, sum sigur, at øll fingu streymin aftur umleið klokkan 22.15.
Júst í løtuni er ikki so nógvur vindur, men illveðrið, sum í løtuni er statt millum Føroyar og Ísland nærkast við rúkandi ferð og rakar norðara og vestara partin av Føroyum um midnáttarleitið.