Streymurin er fyri løtu síðani farin í pørtum av Suðuroynni. Í øllum førum Hvalba og Sandvík hava mist streymin klokkan áleið 13.00 í dag. Tað siga fólk á staðnum, sum in.fo hevur tosað við. Hvussu nógvar bygdir streymslitið fevnir um, sigur søgan einki um enn.
Sev er upphongt orsaka av streymslitinum í skrivandi stund, men in.fo fylgir málinum. Meira kemur um eitt bil.