Næstu fimm árini tvífaldast streymnýtslan hjá húsarhaldunum, sigur kanning frá Statens Byggeinstitut. SEV endurgevur part úr frágreiðingini á heimasíðu sínari, og her verður millum annað sagt, at økta nýtslan av el-drivnum húsarhaldstólum krevur munandi meira streym enn tað, sum verður spart við meira framkomnari tøkni.
Tað eru lutvíst tólini og lutvíst tilhoyrið, ið fara at fylla á elrokningini í framtíðini. Útgerð sum talgildir sjónvarps-móttakarar og aðrar sokallaðar settop-boksir fara at fýrafalda nýtslu teirra úr 32 kWt/árið í 2007 til heilar 120 kWt/árið í 2015. Somuleiðis verður roknað við, at DVD-avspælarar, printarar og ADSL-tól fara at økja munandi um nýtsluna.
Tá hetta ikki higartil hevur sæst í samlaðu nýtsluni, er orsøkin, at støðugt meiri orkueffektiv køliskáp, frystarar, vaskimaskinur og tílíkt hava kunnað vigað upp ímóti økingini. Granskararnir rokna tó ikki við, at hetta fer at halda fram - heldur ikki tá effektiviseringar av nýtsluelektronikkinum og útskiftingar av ymiskum sløgum av tólum, sum tildømis føstum til berbarar teldur, verða íroknaðar.
- Seinastu 10 árini hevur ein støðug elnýtsla verið í húsarhaldunum, men tá hugt verður at, hvat vit brúka streymin til, eru stórar broytingar. Størsta broytingin er heilt greitt elnýtslan til IKT (nýtsluelektronikk, ritstj.). Í 1997 stóð hon fyri 17 pst. av elnýtsluni hjá húsarhaldunum, og í 2006 var hon økt til 26 pst., sigur Kirsten Gram-Hanssen frá Statens Byggeinstitut.










