Strangari reglar fyri fangum í Føroyum

Nú skulu strangari reglar verða fyri, hvussu varhaldsfangar í Føroyum skulu viðfarast

Landsstýrið vil nú hava greiðari reglar fyri varðhaldsfangum í Føroyum.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, um hann heldur, at umstøðurnar hjá varðhaldsfangum í Føroyum eru nøktandi og um hann ætlar at gera nakrar broytingar.

 

Løgmaður vísir á, at talan er um danskt málsøki. Men hann sigur, at hvat varðhaldsfongsling viðvíkur, er munur á lógini í Føroyum og í Danmark.

Í donsku lógini eru neyvari reglur um, hvussu leingi fangar kunnu sita varðhaldsfongslaður og, hvussu varðhaldsfangar skulu viðfarast.

 

Skulu reglurnar broytast, skal ein donsk lóg leggjast fyri Løgtingið, sum so skal samtykkja at biðja danir seta hana í gildi í Føroyum.

Og Løgmansskrivstovan hevur júst verið á fundi við danska løgmálaráðið og biðið um at  fáa eitt ríkislógartilmæli at leggja fyri Løgtingið, so at hesar hesar reglur eisini verða settar í gildi í Føroyum.

 

Landsstýrið vil eisini hava greiðari reglur um nær fangar úr Føroyuum skulu flytast til Danmarkar, og hvørji rættindi hesir fangar skulu hava tá ið hugsað verður um, at teir sita í einum fremmandum landi.

 

- Tað seinasta vit hava frætt úr danska løgmálaráðnum er, at uppskot um at seta hesa lóg í gildi í Føroyum, helst verður klárt um ársskiftið.

 

- Dagligu viðurskiftini hjá fangum í Føroyum hava føroyskir myndugleikar onki við at gera, tí hetta tekur kriminalforsorgin í Føroyum sær av og hon er undir kriminalforsorgini í Danmark og danska løgmálaráðnum.

 

- Løgmaður hevur tí ikki innlit í veruligu viðurskiftini hjá fangum í Føroyum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Men hann hevur tí Ríkisumboðnum málið, har hann hevur biðið um at fáa eina skrivliga frágreiðing um viðurskiftini hjá varðhaldsfangum í Føroyum.