Strandingar settu hinar fjarbúgvarnar upp á pláss

Sammett við vestanstevnuna býttu strandingar og teir umborð á Sølmundi um pláss, meðan klaksvíkingar umborð á Pálli Fanga hildu tørn um næstfremsta plássið

 

Mest spennandi róðurin ólavsøkuaftan var leingi tættur. Men á síðstu trý hundrað metrunum var eingin ivi. Strálan av Strondum tóktist hava mestu orkuna, og á málinum vóru strandingar eina lítla hálva bátslongd undan teimum næstu.

Tað var ikki fyrrenn upptøkurnar vórðu spældar umaftur, at tað varð staðfest, at aftur hesa ferð hevði Páll Fangi snýtt annan av avbjóðarunum til fremsta plássið.

Strálan og Sølmundur høvdu møguleika at vinna FM heitið. Í Sørvági vann Sølmundur, meðan Strálan noyddist at lata sær lynda triðja plássið. Púra óvæntað ta ferðina snýktu klaksvíkingar, sum í hinum róðrunum høvdu verið rættuliga spakir, seg fram á annað plássið. Hesa ferð var tað kanska ikki so óvæntað, men teir umborð á Páll Fanga megnaðu enn eina ferð at syfta ein favoritt. Hesa ferð var tað Sølmundur.

Longu í startinum var tað týðuligt, at nógv stóð upp á spæl, og at tað hevði avgerandi týdning at koma væl frá byrjan.

Tvær ferðir noyddist dómarin at skjóta róðurin av. Fyrru ferðina var tað Strálan, sum leyp avstað, og seinnu ferðina vóru tað teir í Hvalvík/Streymnesi, sum fleiri av undanfarnu árunum plagdu at vera so óførir, sum lupu avstað, tá startdómarin hevði rópt klárir, og áðrenn skotið gekk av.

Fortuna úr Vestmanna fekk besta startin. Leingi sá tað út til, at hetta skuldi verða róðurin, sum vestmenningar skuldu vinna í ár, men tá teinurin var hálvrógvin, gjørdist tað alt meiri týðuligt, at leikluturin hjá Fortununi var at vera hara, sum teir plaga at taka til í rennikappingum. Hugtakið verður nýtt, tá teir kappast á longu teinunum, og ein rennari leggur sera bragdliga fyri. Hann fær løn fyri at fáa ferðina upp og harvið góðar tíðir. So liggur verturin á, at haran ikki orkar at renna meiri enn helmingin av ásetta teininum.

Tað kundi kanska roknast við, at Strálan fór at koma í trupulleikar, tí strandingar í so at siga øllum hinum kappingunum hava verið stetlandi í startinum. Men soleiðis var tað ikki hesa ferð. Strálan, Páll Fangi og Sølmundur lógu rættuliga javnir inn ímóti Molanum, meðan fjórði báturin, sum varð mettur sum møguligur kandidatur til ólavsøkusigurin, Riddarin úr Miðvági, hevði ilt við at hanga uppií.

Í fjør vunnu Strálumenninir fyri fyrstu ferð á ólavsøku. Leygardagin vunnu teir fyri aðru ferð á rað, og harvið kom FM heitið eisini til høldar. Vit ynskja Stráluni og strandingum tillukku við báðum sigrunum.