Í gjár var fyrstu ferð í søguni, at skipini hjá Strandferðsluni sigldu jóladag. Og tað kom væl við hjá summum. Strandferðslan upplýsir, at tilsamans nýttu 158 ferðafólk hetta søguliga høvið til at ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni.
Um tað er nógv ella lítið veldst um eygað sum sær, men uttan iva hevur siglingin verið kærkomin hjá teimum, sum ferðaðust í gjár. Serliga hentur hevur hesin túrurin jóladag uttan iva verið hjá suðuroyingum.
- Nógv av teimum, sum fóru til Havnar við Smyrli í gjáramorgunin, vóru sjómenn, og onnur, sum skuldi av landinum við flogfarið tíðliga í morgun. Og sigldi Smyril ikki jóladag, høvdu tey verið noydd at farið úr Suðuroy longu um morgunin sjálvan jólaaftan. Tað var eisini Smyril, sum flutti nógv tey flestu ferðafólkini jóladag. Norður til Havnar við Smyrli jólamorgum, vóru 39 ferðafólk og 52 fólk komu suður við aftur úr Havn. Tilsamans flutti Smyril sostatt 91 ferðafólk í gjár.
Tað var eisini nakað av fólki við Teistanum í gjár, tí hann flutti 13 ferðafólk úr Skopun og Hesti til Gomlurætt og 26 ferðfólk fóru hinvegin aftur. Nakað færri fólk vóru við Ternuni, tí hon førdi átta fólk um Nólsoyarfjørð, úr Havn til Nólsoyar, og seks komu inn aftur við úr Nólsoy. Sildberin flutti eitt fólk av Sandi út til Skúgvoyar, men hann var tómur heimaftur og Sam flutti sjey fólk úr Klaksvík til Syðradals og fimm fólk vóru inn við aftur.
|










