Næsta summar verður koyrandi undir Leirvíksfjørð, og tá verður eisini Leirvíksfjarðaleiðin hjá Strandferðsluni løgd niður.
Leiðslan á Strandferðsluni hevur nú sent ætlanarskriv um uppsøgn til 21 fólk, sum sigla við Dúgvuni og Sam.
Í dag sigla bæði Dúgvan, sum hevur tríggjar manningar, og Sam, sum hevur tvær manningar, á leiðini. Tá tunnilin letur upp er bert neyðugt við hálvari aðru manning umborð á Sam, sum kemur at sigla millum Syðradal og Klaksvík, sigur Regin Vágadal, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.
Strandferðslan hevur ikki møguleika at flyta fólkini í annað starv, og ein avleiðing av hesum er, at 21 fólk á Oyggjaleiðum hava fingið skriv um ætlaðu uppsøgn.
Norðoyatunnilin skal eftir upprunaligu ætlanini lata upp um hálvan august næsta ár, men tað eru góð útlit fyri, at upplatingin kann verða nakað fyrri helst í mai mánaði.