Strandferðslan, ferðaætlanir og jarðarferðir

Dánial á Dul Jacobsen

Fór til jarðarferð á Tvøroyri ein hósdag fyrst í mars. Vit fóru av Havnini við Smyrli kl. 10.30, og tá vit komu á Tvøroyri, stóð leig­aður bussur fyri okkum og koyrdi okkum til Salem hag­ani jarðaferðin var. Sami buss­ur koyrdi okkum út í kirkju­garðin og bíðaði eftir okkum har, til liðugt var á grøvini. Koyrdi okkum síðani aftur til Salem og bíðaði enn eina­ferð, meðan vit í skundi fingu ein bita, áðrenn vit vórðu koyrd til ferjuleguna aftur. Fáar minuttir eftir loysti Smyril og vit fóru norð­ur aftur til Havnar.
Komin umborð, nevndi eg við onkran, at tað var gott, at jarðarferðin ikki var onkra aðrastaðir enn á Tvøroyri, tí so hevði tað als ikki latið seg gjørt at fari til jarðarferðina uttan at ligi nátt har suðuri. Men nú er Suðuroyggin meiri enn Tvøroyri og jarðarferðir eru sjálvandi eisini av og á í hinum støðunum og til hvørja av hesum jarðarferðum eru eisini fólk norðanfjørðs, sum hava orsøkir at fara til hesar. Tað er lættari sagt enn gjørt uttan so, at tú noyðist at liggja nátt har suðuri. Satt at siga er ilt at fáa eyga á nakran mun í hentleikanum við nýggja Smyrli, tá tað ræður um at sleppa til og frá Suðuroy. Eitt sindur skjótari og bekvemmari. Tað er alt.
Mikudagin í vikuni ætlaði eg at fara til jarðarferð í Vági, men av tí at tað ikki lá fyri at liggja nátt har, varð hetta av ongum. Hevði hetta verið ein jarðarferð á Tvøroyri, so hevði hon kanska verið hósdagin, og roynt hevði verið at laga alt til tað besta við leigaðum bussum, so fólk norðanfjørðs høvdu sloppið suður og norður aftur sama dag. MEN tá høvdu fleri, sum høvdu verið farin suður til jarðarferð, verið heilt illa við, tí á miðdegi, eftir at Smyril var farin avstað, kunngjørdi strandferðslan í útvarpinum, at frá í dag siglir Smyril av Tvøroyri kl. 14. Orsakið meg, men eg kundi ikki annað enn hugsað um Per í ti tiltikna Másatáttinum:
Per fór til Havnar at keypa
sær vøttir,
svintu og annað sum krevst
til ein túr.
Fór inn á gólvið hjá sínari
dóttur,
legði seg niður og fekk sær ein lúr.
Vak meg aftur tá útvarpið kemur.
Sjálvandi faðirsins vilja hon fremur.
Útvarpið kemur, og sigur so tað:
Um átta minuttir fer Másin avstað.


Sjóleysur Per upp av sofuni flýgur,
spyr, hvussu ólukkan hettar ber til.
Bannar eitt sindur, men skilur umsíður,
Strandferðslan sjálvandi ger, sum hon vil.
Ferðaætlan skal eitast at verað,
Harragud veit, hvussu teir mingulera.
Har er tó einki at gera við tað,
um átta minuttir fer Másin avstað

Tað munnu nú vera eini 35 ár síðani hesin tátturin varð yrktur, og sum ein onnur landaplága, varð sjangraður um alt landi bæði tíðliga og seint. Men álvaratos, tað er sanniliga eisini ógvuliga torført at fáa eyga á nakran mun í handfaringini av ferða­ætlanum nú og fyri 35 árum síðani.
Inntil fyri júst 40 árum síð­ani var Kirkjubøur hand­asta bygdin koyrast kundi til úr Havnini. Men í 1966 var Oyggjarvegurin saman­bundin og átti tú bil, kundi tú sjora Streymoynna runt heilt úr Kirkjubø til Tjørnuvíkar. Í 1973 var brúgvin um Streym­in tikin í nýtslu og nú var koyrandi líka til Gjáar og Funnings. Í 1976 lat Norð­skálatunnilin upp og nú vóru Eysturoy og Streymoy fult sameindar. Í 2002 kom Váoyggin við upp í kórið og um nakrar fáar dagar er koyrandi úr Gásadali til Viðareiðis.
Men Suðuroy, Suðuroy ikki er løgið um tú, hóast stásiligt skip, kennir teg sita við sviði soð.