Tað verður ikki á hesum sinni, at Strandferðslan fær nýggj skip. Tað er greitt, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi um at seta pengar av til at endurnýggja flotan. Tjóðveldi mælir til at játta 30.000 krónur til atprojektera skip fyri í ár, og síðani at seta 60 milliónir um árið hesi næstu fimm árini frá 2022 til 2026, ella góðar 300 milliónir tilsamans.
Tey siga, at soleiðis kann allur flotin hjá Strandferðsluni verða endurnýggjaður upp á seks ár, og her verður hugsað um nýtt skip til allar ruturnar, uttan Suðuroyarleiðina.
Men hetta taka hvørki samgongan, ella Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, undir við. Nú Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, vísa tey á, nú er tað alneyðugt at leggja eina greiða ætlan fyri at endurnýggja strandfaraflotan.
Men tey vísa samstundis á, at samgongan tekur hetta í stórum álvara, tí í langtíðarætlanini hevur hon sett tilsamans 200 milliónir av til endamálið í árunum frá 2025 til 2027
Tey vísa eisini á, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, og í fíggjarmálum, hevur upplýst at hann heilt skjótt fer at seta eina nevnd, sum skal lýsa virksemið hjá Strandferðsluni í dag. Nevndin skal eisini lýsa, hvussu Strandferðslan kann skipast í framtíðini.
Tá ið nevndin er liðug, fer hon at skriva eina frágreiðing, og so verður málið tikið upp til politiska viðgerð við tí endamáli at taka eina støðu.
Samgongan og Kristin Michelsen halda, at tað er best at bíða eftir úrslitinum av arbeiðnum, landsstýrismaðurin nú setir í verk, tí tá er grundarlag fyri at viðgera málið politiskt, og at taka eina støku.
Tað hevur áður verið frammi, at í hesum sambandi skal nevndin kanna um tað er ein gongd leið at einskilja rutur hjá Strandferðsluni, ella at útveita ymsar rutur til privat at røkja. Ein annar møguleiki er at varðveita Strandferðsluna, sum hon er, men tað hevur eisini verið nevnt, at skipa Strandferðsluna sum eitt alment partafelag.