Fara at vísa nýggjan kappróðrarbát og selja útgerð

Tað verður ein stórur dagur hjá Stráluni á Strondum leygardagin, tá nýggi kappóðrarbáturin kemur.

 

 

 

Leygardagin verður nógv gjørt burtur úr, tá nýggi kappróðrarbáturin hjá Stráluni á Strondum kemur.

 

Tað er John Høgnesen úr Norðragøtu, ið hevur smíðað bátin, sum er eitt snotuligt 6-mannafar.

 

- Vit fara at vísa bátin fram við neystið henda dagin klokkan 17, og tá fara vit eisini at bjóða kaffi, te, kaku, twix, svali og karamellur, sigur formaðurin í Stráluni, Anfinn Gærdum.

 

Í samband við tiltakið fer Strálan eisini at selja venjingarútgerð, sum hevur staðið í fyrrverandi venjingarhølunum.

 

- Her fara vit eitt nú at selja tvær rógvimaskinur, súkklu, crosstrainer, steppara, ryggbonk og ymiskt annað.

 

Formaðurin í Stráluni sigur, at tey hava ikki pláss fyri hesi útgerð í nýggju venjingarhølunum, og tí fara tey at selja útgerðina fyri hægsta boð. 

 

- Vit vilja heldur fáa nøkur oyru burtur úr hesum, enn at útgerðin stendur fyri einki. Høvið verður hjá keyparum at gjalda við korti, leggur fryntligi formaðurin í Stráluni aftrat.