Stríð um fólkaatkvøðu

Andstøðan sigur, at Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevur lovað, at vil ein triðingur av tinginum hava eitt mál til fólkaatkvøðu, so eigur málið at verða sent til fólkaatkvøðu

-

Andstøðan sigur, at Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevur lovað, at vil ein triðingur av tinginum hava eitt mál til fólkaatkvøðu, so eigur málið at verða sent til fólkaatkvøðu

 

- Andstøðan fer í dag at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið, um at senda lógaruppskotið um broytingarnar í hjúnabandslógini til fólkaatkvøðu.

 

 

Andstøðan sigur, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður áður hevur lovað, at tá ið Tjóðveldi kom framat valdinum, so fóru summar spæluireglur at verða broyttar í demokratisku skipanini.

 

Ein av teimum var, at krevur ein triðingur av tingmanningini eitt mál til fólkaatkvøðu, so skal málið sendast til fólkaatkvøðu.

 

Í dag sigur Høgni Hoydal, at hann sjálvandi ikki fer at tosa fyri at hetta verður so, nú tað snýr seg um hjúnabandslógina. Heldur ikki tá ið tað snýr seg um skatt og avgjøld  verður hetta so og als ikki tá ið talan er um partapolitiskt spæl, sigur Høgni Hoydal.

 

- Eg veit væl, at andstøðan fer at leggja eftir mær í hesum máli í dag, men tað broytir onki, sigur hann.