Stríð
?Um Hermann Oskarsson hevur hug til at vera politikari, so lat hann stilla upp til løgtingsvalið. Hann skal ikki brúka Búskaparráðið til politiskt amboð og eigur hetta at verða steðgað í stundini, skrivar Bjarti Mohr í Dagblaðnum.
Tað framgongur av greinini hjá Bjarta Mohr, at tað er fiskuvinnuætlanin hjá búskaparráðnum, ið Bjarti er alt annað enn fegin um.
-Hvat eru hetta fyri ørvitisfiskar, sum sleppa at føra seg fram við almennari løn?, spyr Bjarti Mohr m.a. í greinini.
Boðini frá Bjarta Mohr eru, at Hermann Oskarsson ikki skal nýta Búskaparráðið sum politiskt amboð. Hetta skal steðgast mestsum beinanvegin.
Yvir um linjuna
Hermann Oskarsson sjálvur sigur seg vera vanan við, at fólk ikki eru samd við tí, ið búskaparráðið sigur.
?Fólk eru hjartaliga vælkomin at vera ósamd við Búskaparráðnum. Eg toli eisini at hoyra rættiliga nógv, so hetta ræðir ikki meg. Eg haldi bara, at tað er at fara um mark, tá tað verður mælt til at taka búskaparrráðið av . Eg havi mínar meiningar, og hetta havi eg rætt til. Eg havi úttalað meg um fiskivinnuætlanirnar sum privat persónur, og hetta havi eg rætt til, sigur Hermann Oskarsson.
Formaðurin fyri Búskaparráðið veit at siga, at teir umtalaðu fiskivinnuætlanirnar vórðu skrivaðar, áðrenn hann gjørdist partur avBúskaparráðnum, men hann tekur tó dyggiliga undir við hesum.
?Eg haldi, at onkur eigur at floyta, tá Bjarti Mohr í hesum førinum fer um mark, sigur Hermann Oskarsson. Hann veit tó ikki nágreiniliga at siga, hvør hetta skal vera.
Sína meining
Tað verður ikki Anfinn Kallsberg, løgmaður og formaður fyri Fólkaflokkin, sum fer at floyta í hesum førinum. Anfinn Kallsberg tekur undir við teimum hugsanum, sum Bjarti Mohr hevur viðvíkjandi fiskivinnuni við fiskidøgum og kvotum.
?Bæði Hermann og Bjarti hava rætt til sínar meiningar. Vit hava øll okkara máta at siga tingini upp á, sigur altso Anfinn Kallsberg.
Løgmaður var tó eitt sindur afturhaldandi, tí hann ikki hevði fingið møguleikan at seta seg inn í viðurskiftini.
?Eg eri nøgdur við tað, at Búskaparráðið hevur ein málsetning, og at teir gera eina frágreiðing, men eg eri ikki altíð so samdur við teimum, sigur Anfinn Kallsberg, sum ikki sær nakra orsøk til at harta Búskaparráðið nakað stórvegis.