Í stuttfilminum tosa teir við Jóannes Paturson úr Kirkjubø, ið greiðir frá søguni um føroyska málið. Hann greiðir frá, at hóast Føroyar hoyrir undir Danmark, megnaði málið at koma undan.
- Føroyskt er bundið at mátanum, vit liva uppá. Hvør bátur hevur sítt egið navn, allir lutir hava heitir, staðarnøvn o.s.fr. Um tað ikki var, høvdu føroyingar nokk heldur ikki verið her í dag, heldur Jóannes Patursson.
Stuttfilmurin greiðir eisini frá hvussu føroyskt ikki var eitt kravt fak í skúlunum, eins og danskt var, og vísur á hvussu serligt tað er, at føroyskt enn er eitt mál í dag.
Jonleif Johannesen, ið er lærari, greiðir frá týdninginum, sum føroyskur dansur hevði fyri føroyskt sum mál, og hvussu føroyskur dansur og kvæði enn verða nýtt at fortelja søgur, og hvussu føroyskur dansur helt málinum á lívið til í dag.
Eisini greiðir Jóhan Hendrik Winther Poulsen frá fyrstu føroyskt-føroyskt orðabókini, hvussu føroyingar dáma væl at hava sítt egna mál og síni egnu orð fyri ymiskt. Hann greiðir eisini frá, hvussu íslendska, norska og føroyska málið líkist, og at tað var umráðandi, at vit reinsaðu málið fyri ensk orð og gjørdu okkara egna.
- Í dag er tað løgið, um ein kallar eina teldu fyri ein computara, ella eina tyrlu fyri helikoptara, tí vit hava okkara egnu føroysku orð fyri tað, sigur Jóhannes Patursson.










