Stríðið er liðugt

Tað verður miðað skeivan vegin, tá ið tað verður skotið lærarum og pedagogum í skógvarnar, at tey kunnu ikki semjast um børnini

Tað passar ikki, tá ið tað verður sagt, at lærararnir og pedagogarnir stríðast um, um tað skal vera annar ella hin fakbólkurin, ið skal hava ábyrgdina av teimum seks ára gomlu.
Í orðaskiftinum um fólkaskúlan í Miðlahúsinum týskvøldið var tað onkra løtuna róð fram undir, at talan er um stríð millum Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag, men hetta vildu feløgini ikki hava sitandi á sær:
– Hatta er nakað, sum politikararnir plaga at brúka, tá ið teir royna at plasera ábyrgdina onkra aðra staðni enn hjá sær sjálvum. Men soleiðis hongur tað ikki saman. Kanska hevur tað áður verið soleiðis, men nú er tað ikki soleiðis. Samstarvið millum feløgini er fyrimyndarligt. Vit fundast nógv um felags áhugamál, og vit skulu finna út av tí, um ella tá ið skúlaaldurin verður lækkaður niður í seks ár, var viðmerkingin hjá Magnusi Tausen, formanni í Føroya Lærarafelag.
Maibritt Jacobsen, pedagogur, telist millum teirra, um mánadagin handaði myndugleikanum álit frá pedagogum, sum snýr eg um, hvussu førleikin hjá seks ára gomlum er at fara í skúla:
– Vit spyrja, hvat skúlin ætlar at læra tey seks ára gomlu. Um tað bara er at flyta fyrsta flokk eitt ár fram, so mæla vit inniliga frá at gera tað. Júst í hesum skeiðinum eru børnini í stórari broyting kensluliga, sosialt, rørsluliga og málsliga. Um talan skal vera um skúla og ikki dagstovn, so mæla vit til, at pedagogar taka sær av hesi uppgávuni, sigur Maibritt Jacobsen, pedagogur.
Fundarluttakararnir vóru samdir í, at tað ikki hevur so týdning, um tað er í skúlahøpi ella stovnshøpi, at fyrsta undirvísingin gongur fyri seg.
– Innskúlingin hevur stóran týdning, og tað eigur at vera rúm fyri, at tað ikki bara er aldurin, men eisini menningin og búningin, sum er avgerandi fyri, nær børnini fara í skúla. Summi eru búgvin til tað sum seks ára gomul, og onnur eru ikki búgvin at fara í skúla, fyrrenn tey eru átta ára gomul, vóru fleiri samd um.
Leiðarin á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum var meiri avgjørdur:
– Í øllum grannalondum okkara fara børnini í skúla, tá ið tey eru seks ára gomul. Vit eiga at flyta 1. flokk eitt ár fram. Tað ber við sær, at 10. skúlaár verður í tí aldri, sum tey nú eru í 9. flokki. So eigur 10. flokkur í núverandi líki at verða strikaður. Um vit flyta skúlabyrjanina fram, so hava børnini verið eitt ár longri í skúla, tá ið tey verða Pisa kannað, og harvið vera vánirnar fyri betri úrslitum betri, enn tey eru nú, var sjónarmiðið hjá Olausi Jespersen.