Mikudagin verður stovukonsert við Jens Marna Hansen í húsunum hjá Jens Paula Heinesen, sála.
Tað eru tær báðar, Elin Brimheim Heinesen og Eir í Ólavstovu, sum skipa fyri "F'LJÒÐ kvøldi" mikudagin 5. mars. Jens Marni spælir vanliga heldur rock-kendan tónleik, men fer at spæla meira stillan tónleik mikukvøldið, siga fyrireikararnir.
Stovukonsertin verður í Stoffalá 18 í Tórshavn. Atgongumerki fáast við at skriva til Elin Brimheim Heinesen t-posti: elin@heinesen.fo.
Pláss er fyri 40 fólkum, og atgongumerki kosta 100 krónur
Jens Marni Hansen hevur verið virkin tónleikari síðani hann var heilt ungur og hevur millum annað spælt við tónleikabólkum sum All That Rain, Kjølar og Showmenn.
Seinastu árini hevur hann roynt seg sum solistur. Í 2008 kom fyrsta fløgan hjá Jens Marna út - "The Right Way". Hann bleiv kosin "Besti mannligi sangari 2008" í Planet Awards kappingini, og fløgan varð skýrd "Ársins fløga 2008".
Jens Marni hevur júst gjørt eitt sjónbandalag: "When it's over"









