Stovnar eiga sjálvir at meta um meirinnlit skal veitast

Í málum av serliga stórum almennum áhuga eiga stovnar sjálvur at meta um, hvørt meirinnlit skal veitast.

Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt enn eina klagu um alment innlit.

 

Ein borgari ynskti innlit í eitt ítøkiligt skjal í málinum viðvíkjandi WTO gerðarrættarmálinum móti ES. Løgmansskrivstovan noktaði hesi umbøn, vísandi til, at skalið var gjørt til egna nýtslu í Uttanríkistænastuni, og tí ikki var umfevnt av lógini um alment innlit. Borgarin kærdi avgerðina til Løgtingsins umboðsmann, sum gjørdi av at kanna málið nærri.

 

Løgtingsins umboðsmaður bað Løgmansskrivstovuna greiða umboðsmanninum nærri frá viðgerðini av innlitsáheitanini.

Løgmansskrivstovan svaraði umboðsmanninum, at umbønin varð noktað, av tí at skjalið var til innanhýsis nýtslu. Løgmansskrivstovan hevði eisini mett um, hvørt skjalið innihelt upplýsingar av stórum týdningi fyri málið, sum tí høvdu gjørt, at skjalið var fevnt av lógini um alment innlit, men metti, at so var ikki. Harumframt metti Løgmansskrivstovan, at skjalið innihelt upplýsingar um áhugamál Føroya móti Danmark, sum eisini kravdu undantak frá lógini um alment innlit.

 

Løgtingsins umboðsmaður er samdur í, at skjalið er eitt innanhýsis skjal. Hon metir tó ikki, at hetta skjalið verður vart at paragraffini um atlit at áhugamálum Føroya mótvegis Danmark. Hon vísir í tí sambandi á, at skjalið endurgevur eitt samskifti millum myndugleikar innan ríkisfelagsskapin.

 

Løgtingsins umboðsmaður vísir á, at hóast skjalið var til innanhýsis nýtslu, so skal kortini metast um, hvørt innihaldið í skjalinum er av serligum almennum áhuga. Ei heldur hevur Løgmansskrivstovan viðgjørt, um stovnurin sjálvboðin skal bjóða meirinnlit í málið.

 

Løgmansskrivstovan verjir seg við, at føroyska lógin um innlit ikki krevur, at myndugleikin sjálvkravdur skal taka upp meirinnlitsmál. Løgtingsins umboðsmaður heldur lítið um hesa undanførslu. Hon metir, at hetta ítøkiliga skjalið í WTO málinum, hevur stóran almennan áhuga, og at Løgmansskrivstovan tí beinanvegin átti at havt umhugsað, hvørt innlit skuldi verið givið í skjalið í síni heild sambært regluni um meirinnlit.

 

Hon hevur tí heitt á Løgmansskrivstovuna um at taka umbønina um innlit upp til viðgerðar aftur.