Tey bæði kommunufeløgini, Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipanin, verða nú niðurløgd, og eitt nýtt kommunufelag verður stovnað.
Allir borgarstjórarnir í landinum – úr øllum kommunum – vóru saman á fundi týsdagin, og har vóru teir samdir um at stovna nýggja kommunufelagið fyri allar kommunurnar í landinum.
Hetta við sær, at Kommunufelagið og Kommunusamskipanin verða niðurløgd, og nýgga kommunufelagið kemur í staðin.
Men áðrenn hetta verður veruleiki skulu øll kommunustýrini samtykkja hetta, men fólk tykjast samd um, at flestu kommunustýri taka undir við hesum.