Stovna felag fyri frælsar ítrótt í Vágum

Í umbúna er at stovna felag fyri frælsan ítrótt í Vágum. Stovnandi aðalfundurin verður hildin í Miðvági mikukvøldið

Gongst sum ætlað, verður nýtt ítróttarfelag stovnað í Vágum mikukvøldið. Talan er um felag fyri frælsan ítrótt, sum skal vera fyri alla oynna.
Talan er um at stovna felag fyri frælsan ítrótt fyri á tann hátt at kunna luttaka í føroymeistarakappingunum fyri frælsan ítrótt, sum eru á hvørjum ári, sigur stigtakarin til nýggja ítróttarfelagið í Vágum, Sólfríð Fjalsbak í Miðvági.
?Tað er nevninliga soleiðis, sigur hon, at fyri at kunna taka lut í føroyameistarkappingunum, skal ein vera limur í einum felag, sum so aftur er limur í serambandinum fyri frælsan ítrótt í Føroyum. Vit vita at tað eru nøkur fólk í Vágum, sum íðka frælsan ítrótt á kappingarstøði. Og tey noyðast so at vera limir í feløgum aðrastaðni í landinum. Serliga man tað vera Bragdinum, tey eru limir í, sigur hon.
Sólfríð Fjalsbak sigur, at hon hevur spurt seg fyri hjá sersambandinum, og hevur har fingið at vita, at tað helst fer at taka ein mánað ella so at fáa felagið skráset í sersambandinum, eftir at nýggja felagið er stovnað.
Føroyameistarakappingin í renning byrjar við flaggdagsrenningini í Havn og heldur so fram á øllum stevnunum. So um tað skal bera til at vera við til allar kappingarnar í summar, er neyðugt at stovna felagið sum skjótast, sigur hon.
Enn eru hvørki høli ella venjingarstøð fingin til vega til nýggja felagið. Byrjað verður bókstaviliga á berum, sigur Sólfríð Fjalsbak.
Hon sigur seg bert hava fingið positiva móttøku, har hon hevur tosað um felagið. Tá tað er stovnað, fer hon fyrst at royna at fáa samstarv við hini ítróttarfeløgini í Vágum um til dømis at sleppa at renna kring fótbóltsvallirnar at byrja við. Tí tað verður ivaleyst renningin, sum verður tað fyrsta, felagið fer undir, væntar hon.
Síðan er at fáa lagt fastar tíðir fyri venjingini. Ætlandi skulu børn, vaksin og motionistar hava venjingartíðir hvør sær, heldur hon.
Stovnandi aðalfundurin av felag fyri frælsan ítrótt í Vágum verður hildin heima hjá Sólfríð Fjalsbak í Miðvági mikukvøldið 4. mars klokkan 20.30.
Væntaða nýggja felagið hevur einki navn, men fólk eru vælkomin við uppskotum til navn til nýggja ítróttarfelagið í Vágum, sigur stigtakarin.