Inger Støjberg á veg í Ríkisrættin. Føroyska Jana Højgaard Brodersen, sum sæst aftan fyri hana, er ein av stóru fjepparum hennara. Myndamaðurin á myndini er Pætur Hjalmar Evensson, blaðmaður á Sosialinum Mynd: Ritzau

Stórur meiriluti atkvøddi Støjberg úr Fólkatinginum

– Eg haldi ikki, at tit skulu rokna við, at tað allar síðsta er sagt frá mínari síðu, segði Inger Støjberg um framtíð sína.

Inger Støjberg er óverdug at sita í Fólkatinginum.

Inger Støjberg á veg í Ríkisrættin. Føroyska Jana Højgaard Brodersen, sum sæst aftan fyri hana, er ein av stóru fjepparum hennara. Myndamaðurin á myndini er Pætur Hjalmar Evensson, blaðmaður á Sosialinum Mynd: Ritzau

Tað hevur ein stórur meiriluti í Fólkatinginum seinnapartin atkvøtt fyri og gjørt av, eftir at fyrrverandi útlendinga og integratiónsráðfrúan í síðstu viku varð dømd í Ríkisrættinum.

– Eg haldi ikki, at tit skulu rokna við, at tað allar síðsta er sagt frá mínari síðu, sigur Inger Støjberg um framtíð sína.

Men hon vísur tó aftur at siga meira og at svara spurningum.

Fyrrverandi ráðfrúan tekur atkvøðugreiðsluna í dag »til eftirtektar« – uttan at »boyggja nakkan«.

– Eg vil heldur atkvøðast út av mínum starvsfeløgum her í Fólkatinginum, tí at eg havi roynt at verja nakrar gentur, enn at atkvøðast út av danska fólkinum, tí eg havi vent blinda eyga til, sigur Inger Støjberg.

Inger Støjberg er fyrsti limur í yvir 30 ár, sum er atkvøddur úr Fólkatinginum. Áðrenn hana er bara fýra limir atkvøddir út, síðani broytingina í grundlógini.

Føroyingurin Thorsetin Petersen, formaður Fólkafloksins, eftir dóm um at bróta bankalógina. Fyrrverandi ráðharrin úr Radikala flokkinum Arnold C. Normanneftir dóm um óviljað manndráp.

Mogens Glistrup úr Framburðsflokkinum eftir hægstarættardóm fyri skattasvik og Hugo Holm, sum seinni skifti kyn og navn til Anette Egelund, eisini úr Framburðsflokkinum, eftir ein harðskapsdóm.

Inger Støjberg, sum í síðstu viku varð dømd 60 daga treytaleysan fongsul av Ríkisrættinum, hevur sitið í Fólkatinginum í 20 ár síðani 2001.

Atkvøðugreiðslan var eftir drúgt kjak við Danska Fólkaflokkinum á odda, sum millum annað boraði í, hvussu flokkar kunnu tveita Støjberg úr Fólkatinginum, meðan teir samstundis stuðlaðu intentiónini í tí, sum hon er dømd fyri.

Nemliga at skilja sundur flóttapør, har annar var undir lógaraldur. Boðini vóru ólóglig, og Støjberg gjørdi tað við vilja, ljóðaði dómurin frá Ríkisrættinum.

/ritzau/