Stórur fótbóltsdagur á Rás2

Rás2 sigur frá tveimum dystum í kvøld

Rás2 sigur beinleiðis frá dystunum millum AB-B36 og HB-ÍF. Fylgt verður eisini við í hinum trimum dystunum í 20. umfari, sum eru Víkingur-KÍ, B68-EB/Streymur og Skála-NSÍ.

 

Les eisini: FSF: Fingurin var ikki til dómaran

 

Byrjað verður at senda longu klokkan 15 við upptakt og Fótbóltspanelinum. Í fyrra tímanum verður serligur dentur lagdur á stytta leikbannið hjá Hans Jørgen Djurhuus. Hann fekk upprunaliga leikbann í fýra dystir, men nú er leikbannið stytt niður í tveir dystir. Formaðurin í kappingarnevndini, Jákup Martin Joensen, kemur at greiða frá og svara spurningum.

 

Í seinna tímanum verður Fótbóltspanelið á skránni.  Símun Samuelsen, Ólavur Larsen og Teitur Joensen hyggja fram til 20. umfar, sum byrjar klokkan 18. Teir meta um dystirnar og siga sína meining um føroyskan fótbólt.

 

Pál Joensen kemur at seta sín dám at tíðindasendingina klokkan fimm. Pál skal tá svimja finaluna í 1.500 m frí í Berlin. Aftaná tíðindasendingina verður gjørt klárt at siga frá fótbólti á Argjum og í Gundadali.

 

Aftaná dystirnar verður 3. Hálvleikur við reaktiónum frá 20. umfari.

 

Effo-deildin – 20. umfar:

AB – B36 (18.00) Beinleiðis á Rás2

HB – ÍF (18.00) Beinleiðis á Rás2

Víkingur – KÍ (18.00)

Skála – NSÍ (18.30)

B68 – EB/Streymur (19.00)