Stórur áhugi fyri máli um framhaldsdeild

Býráðið í Eysturkommunu fekk fleiri hugskot á borgarafundi um framhaldsdeild mánakvøldið.

Meiri enn 100 fólk vóru á borgarafundi í Leirvík mánakvøldið, sum kommunan skipaði fyri. Endamálið við fundinum var at fáa eitt kjak um framhaldsdeildina.

 

-Borgarar komu við sínum viðmerkingum og hugskotum, sum kommunan so kann hava við í arbeiðinum víðari. Tað var høvuðsendamálið við fundinum, og tað fekk kommunan eisini burtur úr fundinum, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri, við in.fo. 

 

Hann heldur, at boðskapurin frá kommununi var greiður, og hann var, at kommunan vil fegin hoyra sínar borgarar, áðrenn næsta stig verður tikið, og ongin avgerð verður tikin í "óðum verkum", sum hann tekur til. 

 

Jóhan Christiansen leggur dent á, at enn er eingin avgerð tikin í spurninginum um framhaldsdeild, og at allir møguleikar verða kannaðir, áðrenn ein møgulig avgerð verður tikin. 

 

-Tí er einki hald í illgitingunum um, at Eysturkommuna longu nú hevur avgjørt at taka seg burtur úr verandi samstarvi um framhaldsdeild, sigur borgarstjórin. 

 

Jóhan Christiansen sigur, at stórt trýst er á fólkaskúlan, millum annað tí at tímajáttanin røkkur ikki til tey tilboð, sum næmingar ynskja sær. 

 

-Vit vilja til eina og hvørja tíð royna at skapa eitt so gott og mennandi tilboð fyri okkara næmingar sum møguligt. Hetta arbeiði, sum nú skal í gongd, er ein liður í tí. Verandi samstarv verður sjálvandi í hesi tilgongdini eftirmett, eins og onnur møgulig samstørv verða lýst, sigur borgarstjórin. 

 

Ætlanin er, at eitt tilmæli, sum ein arbeiðisbólkur skal greiða úr hondum, verður lagt fyri býráðið fyri summarfrítíðina.