Stórt mál um rúsevnasmugling í rættin í næstu viku

- Eitt mál um smugling av umleið 3,8 kilo av amfetamini og umleið 23 kilo av hassji til Føroyar skal viðgerast í Føroya Rætti í næstu viku, sigur løgreglan í tíðindaskrivi

 

Seks fólk – fimm menn og ein kvinna – eru ákærd fyri at hava smuglað umleið 3,8 kilo av amfetamini og umleið 23 kilo av hassji við seglbáti úr Danmark til Føroyar við tí endamáli at selja víðari.

 

- Fýra av teimum ákærdu vórðu handtikin í Føroyum í august í fjør, og tveir av teimum ákærdu vórðu handtiknir í Danmark í januar í ár. Øll seks fólkini hava sitið í varðhaldi síðan handtøkuna, sigur løgreglan.

 

Lagt verður aftrat, at amfetamin er bólkað sum eitt serliga vandamikið og skaðiligt rúsevni.

 

- 3,8 kilo av amfetamini, sum málið snýr seg um, er ein óvanliga stór nøgd av amfetamini í Føroyum, og tann størsta einstaka nøgdin í einum máli higartil í Føroyum, sigur løgreglan.

 

Føroya Politi og NSK (National Enhed for Særlig Kriminalitet) í Danmark hava arbeitt tætt saman í samband við kanningararbeiðið í málinum.

 

- Harumframt hava bæði TAKS og Skattestyrelsen í Danmark hjálpt politinum við kanningararbeiðnum.

 

Løgreglan sigur, at av tí, at tað eru seks ákærd í málinum, sum øll sita í varðhaldi, eru hølini hjá Føroya Rætti í C. Pløjensgøtu ov lítil. Rættarmálið verður tí viðgjørt á Hotel Hafnia.