Norsku fiskivinnumyndugleikarnir hava gjørt upp útflutningstølini fyri fisk og skeljadjór farna árið.
Norski fiskiflotin fiskaði 2,3 miljardir tons fisk og skeljadjór í 2014, og útflutningsvirði av hesum varð 14,2 miljardir norskar krónur, sambært norska blaðnum, Kystmagasinet.
6.000 størri og smærri fiskifør fingu hesi 2,3 miljardir tonsini til høldar. Í Noreg eru skrásettir 11.300 fiskimenn. Ikki so heilt fáir av hesum eru føroyingar.
Sambært matvøru- og landbúnaðarfelagsskapinum hjá Sameindum Tjóðum, FAO var Noreg 11. størsta fiskivinnutjóðin í heiminum í 2012.
Hóast grenjið inn á tann føroyska uppisjóarflotan og føroysku "grádigheitina", sambært norskum eygum, so upplivdi norski uppisjóarflotin eina stóra framgongd í fiskiskapinum í 2014, sambært Kystmagasinet. Norski uppisjóarflotin upplivdi tó ongan prísvøkstur í 2014, og príslegan var tann sama, sum í 2013, skrivar Kystmagasinet.
Kystmagasinet skrivar eisini, at um teir 5,1 miljónir íbúgvarnir í Noregi einsamallir skuldu etið tey 2,3 miljardir tonsini, norsk fiskifør hava fiskað í fjør, so skuldi hvør norskur íbúgvi í meðal etið 450 kg av fiski og skeljadjórum yvir eitt ár.










