Stór undirtøka fyri mótmælistiltakinum á Vaglinum

Fleiri hundraðtals fólk møttu á Vaglinum fyri at lýða á røðurnar í samband við mótmælisfundin, sum fleiri politisk ungmannafeløg og fakfeløg skipaðu fyri.

 

Ivaveður var, men veðrið skikkaði sær væl líka til tann seinasta røðan var hildin.

 

In.fo tók røðurnar upp sum YouTube upptøkur og sum ljóðupptøkur, og røðurnar hjá m.ø. Jonhardi Mikkelsen, Sirið Stenberg, Elini Michelsen, Birni á Heygum og Regini W. Poulsen verða at hoyra og síggja á in.fo seinni í dag.