Í kvøld var stór jólakonsert í Vestmanna kirkju, har bæði kór og solistar vóru við.
Konsertin var ókeypis, men fólk kundu lata eitt oyra til "Í menniskjum góður tokki", allur peningur, sum inn kemur, fer óskerdur til tiltakið, sum hjálpir fíggjarliga sperdum føroyskum familjum til jóla.
Tey, sum luttóku á konsertini vóru:
Halleluja Sofus, Hallur Joensen, Kristina Bærentsen, Beddi, Kirstin Johannesen, Pauli Magnussen, Magni Christiansen, Vestmanna Sangkór, Vestmanna kirkjukór.
Myndirnar, sum síggjast niðanfyri, tók Hilberg Elisson.










