Í morgin fer tann stórsta badminton kappingin, sum hildin er í Føroyum, av bakkastokki í Klaksvík.
Hetta er Grand Prix 3, sum er triðja av fimtu kapping í vetur. Hendan kappingin kallast JFK-Open. 175 spælarar hava meldað seg til kappingina, og umleið 360 dystir væntast at verða spældir. Dystir, har bestu badminton spælararnir í landinum luttaka.
Tað eru KBF og BSF sum eru vertir og kappingin verður bæði í KÍ høllini og í Badmintonhøllini í morgin, og í Badmintonhøllini sunnudagin, greiðir Sigurð Jacobsen, nevndarlimur í Klaksvíkar Badmintonfelag, frá.