Stongt nýggjársaftan

Føroysku peningastovnarnir hava boðað frá, at avgreiðslur teirra eru stongdar nýggjársaftan.
Fyri flytingar, sum skulu vera avgreiddar í ár, er seinasta freist at gera hesar umvegis netbanka, heimabanka ella heimagreiðslu hósdagin.
Fyri flyitngar, sum verða avgreiddar í peningastovninum, er seinasta freist at avgreiða hesar mikudagin.
Sjálvvirkandi flytingar, sum eru settar til avgreiðslu 31. desember, verða ístaðin avgreiddar 30. desember, verður sagt.