Tað var við einari ikki sørt óveruligari kenslu, at tú fórt heimaftur av Tórsvølli fríggjakvøldið. Tú hevði verið vitni til tað, sum menti seg til at gerast ein framúrskarandi innsatsur frá føroysku spælarunum ímóti italsku heimsstjørnunum. Og nú alt var liðugt, var tað ikki sørt, at tú iðrai teg um, at ikki annar av hasum bóltunum fór inn – tann hjá Súna Olsen í fyrra hálvleiki ella tann hjá Christiani Lamhauge Holst í seinna.
Men hvørgin bólturin fór inn, og tí stóð 0-1 á máltalvuni eftir loknan dyst. Enn eitt tap, suffa tey svartskygdu, meðan tey bjartskygdu og øll hini mugu staðfesta, at avrikið so sanniliga var góðkent!
Italia byrjaði dystin við somu 11 monnum, sum herfyri vunnu á sponsku heimsmeistarunum, so her var einki við, at italienarar á nakran hátt undirmettu føroyingar. Men hinvegin bendi fyrsta løtan í dystinum á, at føroyingar ið hvussu er stórliga yvirmettu italensku mótstøðuna.
Gott og væl fyrsta korterið var føroyska virðingin yvirdrivið stór, sjálvt um tað eisini hoyrir við til søguna, at Italia koyrdi á við øgiligari ferð og stórum hugi at leypa á. Føroysku spælararnir runnu aftaná og næstan hildu seg aftur, heldur enn at herja á og takla ígjøgnum, so sjálvt sum ein hálvur møguleiki var til tað. Okkara menn vóru ov spakir, men tíbetur broyttist tað seinni.
Spurningur um tíð
Italska trýstið ta fyrstu løtuna var so øgiligt, at tað veruliga bara var ein spurningur um tíð, til hol kom á. Og lítið er at ivast í, at hevði ikki framspælingini frá Andrea Pirlu spælt Antonio Cassano púra leysan á rangstøðumarkinum, so hann fekk sent bóltin í málið, hevði onkur annar møguleiki givið Italia eitt leiðslumál.
Nakað annað er so eisini, at tað ikki altíð er so galið, at eitt sera gott mótstøðulið skorar tíðliga, og kanska var tað ein góð hjálp fríggjakvøldið. Svongdin var ikki tann sama eftir ellivta minutt, tá Italia hevði lagt seg á odda, sjálvt um René Tórgarð í føroyska málinum fekk nógvar møguleikar aftrat at vísa seg frá síni bestu síðu – og tók teir!
Fyri at venda aftur til føroyska smædnið, so fornoktaði tað seg ikki í hesum dystinum. Og klokkan skuldi heilt upp á 21 minuttir, áðrenn vit sóu eina ordiliga føroyska takling, ið segði italienarunum, at her var altso eitt mótstøðulið á vøllinum.
Hvussu stóran týdning slíkt kann hava, fingu vit næstan beinanvegin at síggja, tí so skjótt sum Jóhan Troest Davidsen hevði víst, at tað kundi gerast, breiddi trúgvin seg víðari á liðnum sum steppubrandur, og longu tríggjar minuttir seinni var tað, at vit fingu annan av okkara risastóru møguleikum at skaka Italia fríggjakvøldið.
Fínt uppspæl í høgru síðu endaði við, at Hjalgrím Elttør hegnisliga lyfti bóltin inn til Súna Olsen mitt á, sum tamdi og legði ann til skot. Tað eydnaðist Súna at stýra bóltinum uttan um fingraspíssarnar hjá Buffon í italska málinum, men ólukkutíð brast bólturin í stongina og útaftur í spælið.
Trý tung stig
Hetta bleiv ikki tað einasta, ið fekk heilhugaðu hjørtuni kring Tórsvøll at leypa sløg um fríggjakvøldið, tí 20 minuttir fyri tíð høvdu vit enn eina roynd á træverkið, ið kundi kjølfest størstu sensatiónina nakrantíð hjá føroyskum fótbólti.
Aftur hesa ferð var Hjalgrím við í uppspælinum, tá hann varð sendur avstað frá miðjuni og frameftir í høgru síðu, haðani hann smekkaði væl innfyri. Við aftaru stong kom Christian Lamhauge Holst rennandi og setti fótin á – men bara fyri at síggja bóltin bresta í yvirliggjaran. Alt samalt, meðan Buffon og restini av italsku verjuni stóð sum negld í svørðin…
So nær og allíkavæl ikki, mundu fleiri hugsa, tí tað er altso ikki á hvørjum degi, at føroyska landsliðið liggur og kelar stong og yvirliggjara. Og so slett ikki ímóti teimum allarbestu, sjálvt um hetta kvøldið fekk tankarnar at reika aftur til 2002, tá tað á útivølli ímóti Týsklandi var um reppið, at Føroyar fingu ein javnleik, stóð ikki stongin fyri.
Stuttligt hevur verið um vikuskiftið at fingið staðfest, at heimurin hevur givið bæði dystinum og úrslitinum gætur, og at tað er farið um allar geilar, at Italia veruliga mátti nógv ígjøgnum, áðrenn ein smalur 1-0 sigur á norðuratlantisku oyggjunum gjørdist veruleiki. Eisini hevur verið stuttligt at sæð klipp frá dystinum á netinum, har virðingin fyri føroyska innsatsin ikki hevur verið goymd burtur upp á nakran máta.
Italia hevur mestsum spælt seg í EM-endaspælið nú, tí undan dystunum í morgin er Italia átta stig framman fyri næstu liðini í okkara bólki. Men vit kunnu altso breggja okkum av, at trý tey tyngstu stigini í posanum mátti Italia veruliga berjast fyri at fáa á Tórsvølli!
Góður heimastuðul
Gjøgnum allan dystin – eisini ta fyrstu drúgvu løtuna, tá Italia stóð á øllum – vóru føroysku áskoðararnir óførir at lata hoyra frá sær. Rópini dundu ferð eftir ferð kring vøllin og lógvabrestirnir vóru oftari at hoyra, enn teir plaga. Opinbart skal nokk so nógv til fyri at imponera føroyskar fótbóltsáskoðarar, men hetta kvøldið lótu teir seg imponera, so tað hoyrdist og óivað eisini kendist sum góður stuðul hjá teimum, ið vardu føroysku æruna inni á vøllinum.
Tórsvøllur, ið sjálvandi var mestsum fullsettur fríggjakvøldið, gav við sínum nýggja ljóshavi bestu umstøður, ið hugsast kunnu. Her var bæði stórbýardámur og altjóða snitt yvir tí heila, og fongur er í, at nú skal eingin árstíð ráða fyri, nær spælast kunnu altjóða dystir her ella ikki. Tað riggaði sera væl fríggjakvøldið og fer vónandi eisini at gera tað óteljandi ferðir aftrat.
Nú er so ein onnur avbjóðing á skránni í morgin, tá Føroyar á útivølli hitta Serbia. Men vónandi situr geisturin frá Italia-dystinum so mikið eftir í monnunum, so teir ikki bíða í 20 minuttir, áðrenn fyrsta taklingin kemur á FK Partizan-leikvøllinum í Beograd…