Stolin bilur í Havn funnin aftur

Ein bilur, sum varð stolin í Havn leygarnáttina, er afturfunnin. Talan var um stuldur av tí frekara slagnum, tí tjóvurin fór inn til eigaran eftir lyklunum, og fór síðani av stað við bilinum.

 

Løgreglan eftirlýsti bilin í gjár og eina lítla løtu seinni ringdu fólk at boða frá, at tey høvdu sæð hann hann standandi parkeraðan. 

 

Áðrenn eigarin fær hann aftur, skal løgreglan kanna bilin fyri at vita um tey finna nakað sum kann geva teimum teimum eina ábending um, hvør tjóvurin er. Tað er óvist um bilurin hevur fingið skaða. Hann var gamal, og hevði nakrar snuddir, men eigarin skal nú hyggja at honum at vita um meiri er komið upp á hann.