Støðan hjá lemmatrolarum stak vánalig

- Tað eru skip, sum klára seg rímiliga væl, men støðan hjá lemmatrolarum er sum heild stak vánalig.

Lemmatrolararnir hava fimm ár á rað í miðal havt hall. Veiðan fyri hvørt skipið lá nakað hægri í 2013 enn fleiri undanfarin ár, men miðalprísurin liggur munandi lægri enn árini frammanundan.

 

Soleiðis at søla hjá hvørjum skipi sær eisini munandi lægri enn undanfarnu árini, og miðal hallið er hækkandi.

 

- Tað er tó ein størri spjaðing í úrslitunum í 2013 enn í 2012, og nakrir av trolarunum klára seg hampiliga væl.

 

Tað sigur Bjarni Árnason hjá grannskoðanarvirkinum Numo, sum hevur greinað fiskiskipaflotan í fleiri ár.

 

- Í grafinum sæst eisini, hvussu veðskuld og bankaskuld hava broytt seg frá 1996 til 2013. EBITDA er tað gjaldførið, ið kemur frá rakstrinum til at rinda rentur og avdráttir.

 

Lagt verður aftrat, at í 2009 og 2013 sæst, at einki gjaldføri kemur frá rakstrinum til at gjalda rentur og avdráttir við. Tó skal nevnast, at tað eru nakrir lemmatrolarar, sum hava positivt gjaldføri frá rakstrinum.

 

Frá 1996 til 2013 er veðskuld og bankaskuld fyri hvørt skipið meir enn tvífaldað, meðan EBITDA er minkað niður í einki. Hetta er ein støða, sum ikki er haldbar í longdini.

 

Trolararnir hava síðani 2010 verið undir fiskidagaskipanini á innaru og ytru leiðunum og sleppa harumframt at fiska uppá felags makrelkvotu og nú í ár við Flemish Kap.
 

- Væntandi fer 2014 at roynast eitt sindur frægari enn undanfarna ár fyri bólkin lemmatrolarar. Fær hesin parturin av flotanum betri og tryggari karmar, kundi miðal úrslitið gjørst betri.

 

Bjarni Arnason, grannskoðari, sum í nógv ár hevur gjørt greiningar av úrslitunum hjá ymisku skipabólkunum, sigur, at tó at tað eru skip í bólkinum hjá lemmatrolarum, sum klára seg rímiliga væl, so er støðan hjá lemmatrolarum sum heild stak vánalig.

 

- Umráðandi er, at hesin parturin av flotanum fær betri karmar í eini møguligari komandi nýggjari fiskivinnuskipan, sigur grannskoðarin.