Stjórin á Mjólkarvirki Búnaðarmanna uppsagdur

– Felagsstevið sum var, er ikki meir, og tí fer felagið nú at leita eftir nýggjum stjóra, verður sagt

Tíðindaskriv:

Meginfelag Búnaðarmanna skal hava nýggan stjóra – tann triðja í søgu felagsins.

Nevndin og stjórin Hákun Steingrímsson, hava gjørt eina fráfaringaravtalu.

 

Felagsstevið sum var, er ikki meir, og tí fer felagið nú at leita eftir nýggjum stjóra.

Setanartilgongdin byrjar beinanvegin.

 

Karl á Høvdanum Andreasen er settur sum fyribils stjóri.

 

Hákun verður fyrstu tíðina ráðgevi.