Stjørnan vil aftur upp á tindin

Henrik Gerster skal stýra liðnum, sum fær rimmar styrk komandi kappingarár.

Nógv er broytt síðani Stjørnan var nærmast einaráðandi í føroyskum kvinnuhondbólti árini 2006 til 2010, tá ið felagið tey fimm árini vann fýra FM-heiti. Frágongd og aftur frágongd hevur ført til, at felagið hevur spælt við einamest ungum og óroyndum leikarum, og síðsta kappingarár endaði Stjørnan á næstaftasta plássi.


Nógv bendir á, at Stjørnan nú hevur verið niðri í aldudalinum fyri seinastu ferð á hesum sinni. Nevndin í felagnum hevur í øllum førum gjørt sítt til, at Stjørnan frá í komandi kappingarári aftur skal vera ávegis oddinum í føroyskum kvinnuhondbólti.


Henrik Gerster, sum áður hevur vunnið trý FM-heiti við Stjørnuni, ger comeback sum venjari, og afturat honum koma tveir útlendskir leikarar at styrkja um hópin. Eisini tvær av teimum royndu í felagnum gera comeback.


Í Sosialinum í dag ber til at lesa hvørjar ætlanir Henrik Gerster hevur við liðnum, og hvussu hann hevur tað við at fara aftur til Klaksvíkar, har hann hevur vunnið nógv heiðursmerki.