Hans Andrias Jacobsen, sum varð kosin Ársins nýggja navn á Planet Awards, verður við á Summar Festivalinum í august.
Hans Andrias hevur verið virkin tónleikari í nøkur ár, og umframt at spæla sum solistur er hann eisini ein av manningini í bólkinum Grandmas Basement.
Hans Andrias hevur longu hittað við sanginum Dont Want To Burn. Hann hevur eisini á nógvum framførslum seinasta árið víst, at hann er sera evnaríkur, og at hann veruliga kann blíva ein av teimum stóru tónleikarunum í Føroyum.
Hans Andrias hevur áður spælt á Summar Festivalinum, og nú skal hann á størri pall sum solistur. Hans Andrias fer at spæla við bólki í Flags tjaldinum, og tað verður ein nýggj avbjóðing hjá honum og ein nýggjur møguleiki hjá festivalgestunum at hoyra eitt av mest spennandi nøvnunum í føroyskum tónleiki í løtuni.
?
?