Danski forsætismálaráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, vil ídag ikki gera nakrar viðmerkingar til ætlaðu handilsforðingarnar hjá ES mótvegis Føroyum.
Vit ætlaðu at spyrja hana, um stjórnin er liðug at kanna, um handilsforðingarnar eru í stríð við grundlógina.
Mette Gjerskov, matvørumálaráðharri, segði við fjølmiðlarnar, eftir eitt samráð við Matvørunevndina og Føroyanevndina í Fólkatinginum tann 12 juni, at stjórnin kannar, um handilsforðingarnar eru í stríð við grundlógina.
Vit vildu tí vita, hvussu langt hetta arbeiðið er komið. Men forsætismálaráðharrin hevur onga viðmerking og sendir okkum víðari til matvørumálaráðharran.
Vit hava eisini vent okkum til Mette Gjerskov, men tað hevur heldur ikki eyðnast at fáa eina viðmerking frá henni.
Eisini vildu vit vita, um danska stjórnin fer at gera fleiri royndir at finna eina samráðingarloysn. Eftir at Helle Thorning-Schmidt var í Føroyum á almennari vitjan í juni mánaða, sendi hon Villy Søvndal, uttanríkismálaráðharra, og Mette Gjerskov, matvørumálaráðharra, til Brússel fyri at mýkja støðuna millum Føroyar og ES.
Sum kunnugt eydnaðist tað ikki. Forstætismálaráðharrin vil heldur ikki svara uppá, um Danmark fer at gera meira í málinum fyri at finna eina loysn.