Stjórnin sinnað at lækka blokkin

Men vit tryggja sær, at útrokningarnar hjá landsstýrinum eru í lagi. Lógaruppskot hesum viðvíkjandi verður lagt fram í heyst

 

SJÁLVSTÝRISMÁLIÐ

? Eg havi biðið kenslumálaráðharran og almannamálaráðharran um at seta seg í samband við landsstýrið fyri at leggja til rættis samráðingarnar um yvirtøku av málsøkjum eftir grein 2 í Heimastýrislógini.

 

Hetta sigur Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri í brævi til løgmann, sum er svar upp á seinasta útspælið frá landsstýrinum í sjálvstýrsimálinum.

 

Í brævingum til forsætismálaráðharran, sum var dagfest 31. mai 2001, kunnaði løgmaður um yvirtøku av skúlaverkinum og almannaforsorgini sum føroyskt sermál.

 

Upp á spurningin um at taka yvir ávís málsøki sigur forsætisráðharrin, at stjórnin í samsvar við grein 2 í Heimastýrislógini sjálvandi viðurkennir rættin hjá heimastýrinum at taka yvir tey málsøki, sum er nevnd á lista A.

 

? Stjórnin er somuleiðis sinnað at ganga ynskinum hjá landsstýrinum á møti um, at blokkstuðulin fyri 2002 verður minkaður.

 

 

 

Vil tryggja sær at alt er í lagi

 

Í brævinum til løgmann leggur forsætisráðharrin dent á, at stjórnin er av teirri sannføring, at yvirtøkur av málsøkjum krevja eina skilagóða avkláring av lógarligum og fyrisitingarligum spurningum. Hann sigur eisini, at í praksis hevur Føroya Landsstýrið dagligu umsitingina av ávísum økjum, og nevnir hann í hesum sambandi skúlaøkið.

 

? Samráðingar um hesar spurningar skulu fyri tey øki, tú nevnir í brævinum, vera við ávikavist kenslumálaráðharran og almannamálaráðharran, sigur forsætismálaráðharrin, sum tí hevur biðið hesar báðar ráðharranar taka sær av málunum.

 

Viðvíkjandi málinum at lækka blokkstuðulin næsta ár sigur forsætisráðharrin:

 

? Við respekt fyri ynskinum hjá meiralutanum í løgtinginum og umbønini frá landsstýrinum, er stjórnin sum útgangspunkt sinnað at ganga ynski landsstýrissins á møti um at lækka blokkstuðulin 356 milliónir í 2002.

 

Hetta er tó treytað av, at ein nærri gjøgnumgongd og avmarking av hesum báðum málsøkjum staðfestir, at búskaparliga uppgerðin hjá landsastýrinum er røtt, sigur forsætisráðharrin eisini íbrævinum.

 

 

 

Fyrst samráðast um yvirtøkurnar

 

Poul Nyrup Rasmussen sigur víðari, at restin av blokkstuðlinum verður veittur ? eftir somu prinsippum sum í dag ? til útreiðslunar hjá heimastýrinum á teimum málsøkjum, sum frá 1. januar 2002 framvegis eru umfatað av grein 9 í Heimastýrislógini.

 

? Eg haldi tað tí vera rættast, at ein endalig avtala um blokkstuðulin fyri 2002 bíðar til eftir at samráðingarrarbeiðið er fingið frá hondini, sigur Poul Nyrup Rasmussen, sum leggur afturat, at stjórnin í heyst fer at seta fram uppskot um lóg um blokkstuðulin fyri 2002.

 

At enda sigur forsætisráðharrin í brævinum til Anfinn Kallsberg, løgmann, at ætlanin hjá stjórnini er at greiða búskaparligu og fyrisitingarligu spurningarnar so tíðliga, at neyðugu lógartiltøkini frá stjórnarinnar síðu kunnu føra til, at tað verður gjørligt at fremja ætlan landsstýrissins 1. januar 2002.