Framyvir skulu hermenn úr danska herinum standa vakt á markinum millu Danmark og Týskland. Orsøkin er tann, at løgreglumenn, ið nú standa vakt, skulu til Keypmannahavnar og verða tøkir, at traðka til í stríðnum móti bandunum, ið stríðast sínamillum fyri tíðina.
Tað skrivar DR á heimasíðu sínari í dag.
Stjórnin í Danmark heldur stríðið millum harkaliðini í Keypamannahavn verða ein somikið álvarssom støða, at tey hava tikið stig til at fáa fleiri løgreglufólk á gøturnar. Tú verða herfólk sett við markið, so fleiri løgreglufólk verða í býnum.
Sambært DR, so kann talan eisini verða um, at herfólk skulu standa vakt á ymsum støðum í Keypamannahavn.