Stjórnin aftur eftir hæli

Stjórnarsamgongan í Noregi missir støðugt veljarar og hevur ongantíð havt so lítla undirtøku sum júst nú.

Ein kanning, sum norska TV2 kunngjørdi fyrrakvøldið, vísti, at hevði stórtingsval verið nú, høvdu teir tríggir stjórnarflokkarnir, Arbeiðaraflokkurin, Sosialistiski Vinstraflokkurin og Miðflokkurin, fingið 35,9 prosent av atkvøðunum tilsamans. Tað er eitt lítið sindur meiri, enn Arbeiðaraflokkurin fekk einsamallur á valinum í 2009.

Tann stóri atkvøðuslúkurin hinumegin er Høgri, sum hevði fingið 34,8 prosent av atkvøðunum, um norðmenn høvdu mannað Stóretingið av nýggjum nú. Framburðsflokkurin hevði eftir kanningini fingið 17,8 prosent, og sostatt høvdu hesir báðir flokkarnir fingið 52,6 prosent og meiriluta til at skipa stjórn.