- Stjórnarskipanin er okkara samleikaskjal

Tað sigur løgmaður, Aksel V. Johannsen

- Tað er umráðandi at fáa staðfest, at valdið í Føroyum liggur hjá fólkinum. Tað vil so eisini siga, at um ein grundleggjandi broyting skal gerast, so er tað ikki løgtingið ella landsstýrið, sum skal taka avgerðina, men Føroya fólk. Løgtingið kann eitt nú avgera sjálvt at loysa frá Danmark ella melda okkum inn í ES, men við hesum fáa vit skriva niður, at fólkið skal spyrjast áðrenn tað verður gjørt.

 

Tað sigur løgmaður Aksel V. Johannesen, í samband við stjórnarskipanina, ið skal til fólkaatkvøðu um nakrar mánaðir.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at tað er umráðandi fyri okkum sum land, at fáa staðfest hvørji vit eru og hvat okkara mentan er. Millum annað at fáa fest á skjal hvat okkara serføroyska mentan er. Tí er millum annað inniløgurætturin og grindin komin við í stjórnarskipanina.

 

Les longi samrøðu við løgmann í Sosialinum um vikuskiftið.