Ísraelska flogvápnið hevur aftur í morgun bumbað mál í Gaza. 10 fólk lótu lív, og 40 vórðu særd Álopini í morgun vóru serliga vend ímóti umsitingini í Gaza, og uttanríkisráðið og fíggjarmálaráðið vórðu javnað við jørðina, skrivar Ritzau.
Eygnavitni siga, at ísraelska álopið rakti eisini aðrar bygningar, eitt nú skrivstovurnar hjá einum felagsskapi, sum hevur rætt tilknýti til palestinska forsetan, Mahmoud Abbas.
Umleið 320 fólk hava latið lkív, síðani ísraelsku loftálopini byrjaðu um vikuskiftið, og álopið er tað harðasta síðani 1967, skrivar Ritzau.