Franska løgreglan tók í morgun 13 fólk, sum eru skuldsett fyri at hava stolið virðismiklar lutir úr viðførinum hjá ferðafólki, sum hava ferðast um Charles de Gaulle-floghavnina uttan fyri París. Í hvussu er tvey av teimum tiknu arbeiddu í floghavnini.
Sambært løgregluni hava tjóvarnir serliga lagt seg eftir at stjala frá fólki, sum eru komin við flogførum úr Duabi, Johannesburg, Washington og New York, og teir hava serliga havt áhuga fyri prýðislutum, dýrum merkjavørum og vørum úr ektaðum leðri.
Hetta er ikki tað einasta málið av hesum slagi, sum er komið undan kavi í Fraklandi tey seinnu árini. Í fjør vórðu 20 fólk tikin fyri at hava stolið frá flogferðafólki, og árið fyri vórðu 12 fólk dømd fyri tað sama, skrivar
AFP úr París.










