Fiat Stilo verður skjótt avloystur av einum nýggjum bili við heilt øðrvísi designi við meira rundum linjum enn núverandi Stilo, ið kom á marknaðin í 2001 sum avloysari fyri Fiat Bravo og Brava.
Sambært italska stjóranum hjá Fiat Auto, Sergio Marchionne, verður bert talan um eina útgávu, og tað verður sum hatchback við fimm hurðum, og ikki sum á myndini við trimum hurðum.
Núverandi Stilo fæst bæði við trimum og fimm hurðum og sum stationcar. Sambært Fiat stjóranum kunnu tey sum ynskja sær ein við trimum hurðum ístaðin keypa ein Fiat Grande Punto við trimum hurðum og tey sum ynskja sær ein stationcar kunnu keypa Fiat Multipla.