Tað er eitt moll innbygt
í sjóandi áum
í brimi
í fossaduni
í rennandi streymi.
Tann tungi darrandi molltónin
rungar
í útnorðingi norðan
í landsynningi
í føroyska dansinum
tí tunga føroyska stevinum.
Láin letur í moll
spógvin viðhvørt.
Tað dunar eitt cresendo av molltónum
í hvørjum fuglabergi.
Men beint nú
í hesi løtu
á einum runni
í mínum garði
situr ein vøkur - lítil
kvørkveggja
og syngur í " dur "
"Stikk den"
segði funningsabbin
tá hann gleið í einum hundalorti
og breyt beinið,
men grípti húgvuni!!