Á fundi í starvsnevndini í dag, 27.mei, varð avgerð tikin um, at finalan um løgmanssteypið verður leikt í Klaksvík, fríggjadagin 6. august 2010, kl. 18.00. Finalan verður sostatt leikt á Summarfestivalinum.
Semja er gjørd við fyrireikararnar av Summarfestivalinum um, at einki tónleikatiltak verður, meðan finalan verður leikt.
Kappingarnevndin hevur havt samráðingar við Tórshavnar Kommunu um at leika finaluna á Ólavsøku. Tórshavnar Kommuna setti sum treyt fyri hesum, at FSF rindar kr. 100.000 í leigu fyri ovara vøll í Gundadali.
Klaksvíkar Kommuna vendi sær fyrr í ár til FSF við einum tilboði um, at finalan verður leikt í Klaksvík. Kappingarnevndin hevur síðani havt samráðingar við Klaksvíkar Kommunu um henda spurning.
Eftir hesar samráðingar mælti ein samd kappingarnevnd til, at finalan verður leikt í Klaksvík á Summarfestivalinum.
Starvsnevnd hjá FSF hevur í dag tikið undir við hesum tilmæli.
(www.fsf.fo)










