Stevnuhýrurin bjargaður í Vestmanna

Lagið er gott á vestmenningum, nú teir eru á veg til hús at fáa sær nátturða, eftir at teir hava verið og sæð kappróðurin.

Eitt er, at veðrið, sum var illfýsið tíðliga seinnapartin, batnaði, sum tað leið út á dagin.

Hitt er, at vestmenningar bera sigurin hjá 10-mannafarinum Vestmenningi við sær.

Leingi sá tað einki serligt út. Eysturoyingur legði bragdliga fyri, og tað tóktist sum um, at tað skuldi ganga, sum tað so ofta hevur gjørt.

Men í endaspurtinum vísti tað seg, at Eysturoyingur ikki megnaði at svara aftur, tá ið Vestmenningur tók nøkur rimmar tøk.

Munurin minkaði og minkaði, og eftir at grøni, guli og hvíti báturin var komin undan Eysturoyingi, var Vestmenningur á odda.

Tá ið bátarnir fóru um málið var munurin ikki so stórur, men tað var eingin ivi um, at tað var Vestmenningur, sum vann í heimasjógvi, og at tað harvið er spenningur í FM kappingini.

Hoyvíkingur var væl við fyrra partin av teininum, men enn eina ferð varð staðfest, at tá ið mest um galt, vóru knoturnar ikki tær somu, sum tær vóru umborð á Eysturoyingi og serliga Vestmenningi!

 

 

1 Vestmenningur 04:26.09

2 Eysturoyingur 04:26.17

3 Hoyvíkingur 04:33.07

 

Støðan

1 Eysturoyingur 33

2 Vestmenningur 32

3 Hoyvíkingur 25